Reyða bók bíðar framvegis

Reyða bók hjá danska søgufrøðinginum, Bent Jensen, er framvegis ikki latin løgmanni. Eftir ætlan skuldi frágreiðingin vera latin Anfinni Kallsberg um árskiftið, men hon er so ikki komin fram enn.
Hernaðarkanningin um kalda kríggið eystanfyri fer óivað at elva til drúgt kjak í Føroyum, og ikki minst um kanningin verður løgd fram í valstríðnum. Av Løgmansskrivstovuni siga tey, at so skjótt kanningin verður latin løgmanni, verður hon almannakunngjørd.