Revsingin fyri kynslig brotsverk skal herðast beinavegin

Tingkvinna fer at leggja uppskot fyri tingið um at herða revsingina

– Revsingin fyri kynslig brotsverk er ov lin, og skal herðast beinavegin.

 

Tað sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

– Vit frætta í miðlunum um dagarnar, at Landsrætturin í einum dómi um neyðtøkumál sigur, at herðingin í lógini, sum varð gjørd í Danmark í 2016 ikki er galdandi í Føroyum. Hví so er, dugi eg ikki at siga. Men tað skal ongin ivi vera um, at kynslig brotsverk skulu hava harða revsing, sigur tingkvinnan og leggur afturat:

 

– Tí fari eg at leggja uppskot fyri tingið um at herða revsingina fyri kynslig brotsverk.