Revsingin fyri brot á grindareglugerðina skal herðast munandi!

Grundlógin § 77 og Evropeiska mannarættindarkonvensjónin art. 10 geva øllum ein yvirskipaðan rætt til skrivi- og talufrælsi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingar sum vitja í Føroyum. Tað er tó langt frá tí og so til við vilja og aktivt at leggja seg út í eitt lógligt og regulera grindadráp. Ein munandi herðing av revsingini, fyri við vilja at ganga í móti grindareglugerðini og forða føroyingum teirra aldargamla og lógliga rætti at drepa grind við eini bót upp á 50.000-100.000 krónur, hevði helst fingið fólk at hugsað seg um fleiri ferðir, áðrenn tey gjørdu slíkt.

 

Í galdandi grindareglugerð er ásett um revsingina at bróta grindareglugerðina, at “tá brotið er framt við vilja kann viðkomandi revsast við fongsul upp til 4 mánaðir”.

 

Í grind á Sandi í august 2014 vóru umhvørvisfólk á sandinum og gingu út móti grindini, til tess at styggja grindina út aftur, og gjørdu seg sostatt sekan í at bróta grindareglugerðina, har tað m.a. stendur, at “heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslumaðurin hevur tikið avgerð um”. - Umhvørvisfólkini vórðu handtikin og í Føroya rætti dømd bót 1.000,-. kr. hvør.

 

Tað er stórur munur á eini bót upp á 1.000 krónur og 4 mánaðar fongsul, og dómurin undraði mangan. Um bótin var munandi hægri, so tað merkis á pengapunginum, so høvdu hesi fólk, nógv av teimum lesandi, helst hugsað seg um meira enn einaferð, áðrenn slíkt varð gjørt. Tí meti eg, at best hevði verið at áseta eitt minsta mark fyri sektina fyri slíkt brot á í minsta lagi 50.000-100.000 krónur, ella at brotið verður revsað við fongsulsrevsing, soleiðis at revsingin verður skrásett í kriminalregistaranum.

 

Hátturin er royndur aðrastaðni
í USA, í statinum Ohio, er fordømi um, hvussu fólk verða revsað, sum gera seg inn á tilfeingisrættin. Har mundu umhvørvisstríðsfólk, líknandi teimum, sum koma til Føroyar at forða grindadrápi, forkomið reinsdjóraveiðuni, sum er/var ein væl regulerað veiða, við ásettari kvotu pr. veiðumann. Umhvørvisfólk møttu upp í stórum tali, summar aftaná summar, larmaðu og garteraðu fyri at ræða reinsdjórini burtur frá veiðumonnunum. Talið av reinsdjórum vaks, og tey byrjaðu at taka yvir í øllum náttúruøkjunum. Statssenatið (tingið) í Ohio samtykti, at tann, sum breyt lógina við at gera seg inn á reinsdjóraveiðuna í statinum, fekk eina bót uppá 10.000 dollarar, og haraftrat 90 daga fongsulsrevsing. Spurningurin er so: Hvussu nógv víðgongd umhvørvisfólk komu aftur summarið eftir at órógva reinsdjóraveiðuni? Svarið er nærum eingin!

 

Eisini kann vísast á, at neyvan verður stórvegis orka løgd í rættarliga innkrevjing eftir 1.000 krónum, meðan nógv meira orka hevði verið løgd í at krevja 50.000-100.000 krónur inn. Hetta er ein støða sum lógarbrótararnir eisini eru tilvitaðir um!

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú lagt eitt uppskot fyri løgtingið, “uppskot til løgtingslóg um grind og annan smáhval”. Ì stuttum nevnt grindalógin. Har leggur landsstýrismaðurin upp til eina ávísa herðing av revsingini fyri at eggja til ella við vilja at bróta grindareglugerðina, byrjandi við bót á 7.000 krónur.


Eg haldi ikki at henda lutvísa herðing fer at hava tann virknað sum ynskiligt er. Virkningurin skal verða avskrekkjandi, soleiðis at aktivistar og problemmakarar hugsa seg um og halda seg burtur frá at leggja seg út í eitt vanligt lovligt grindadráp. Eg haldi at vit eiga at herða minstu revsingina í komandi grindalógini, soleiðis, at revsingin byrjar á minst 25.000 krónum, við møguleika fyri hækkan upp í 50.000-100.000 krónur. Møguliga eisini umframt fongsulsrevsing!