- Eg haldi ikki, at tað er í lagi, at ein neyðtøkumaður fær linari revsing fyri at hava framt eina neyðtøku í Føroyum, enn hann ger í Danmark, sigur Turið Debes Hentze, advokatur.
- Orsøkin er helst hon, at tað ikki hevur verið serligt fokus sett á neyðtøkur í Føroyum. Í Danmark hinvegin, er tað komið sum eitt krav frá fólkinum, at tað skuldi lóggevast harðari. Lóggávan er blivin broytt sum ein fylgja av tí.
- Eg haldi, at vit áttu fylgt tí, sum tey hava gjørt í Danmark.
- Eg haldi ikki at revsingin er nóg høg, tí tað er ein sera grov gerð, tá man soleiðis ger seg inn á eitt annað fólk. Revsingin átti at verðið hægri.
Láturligt endurgjald
- Tað er eisini heilt láturligt, at endurgjaldið er so nógv lægri í Føroyum enn í Danmark. Ein neyðtøka kann ikki gerast upp í pengum, men tá man hugsar um hvussu stórur skaðin er, so er tað ein alt ov lág upphædd man bjóðar offrunum.
Í Danmark fær eitt neyðtøku ella incestoffur dupult so nógv í endurgjaldi.
- Tað er eingin skilagóð forkláring uppá hví endurgjaldið skal vera minni í Føroyum. Vit skulu hava eitt trýst frá almennari síðu til lóggevararnar, so hetta kann broytast.
Turið Debes Hentze heldur, at tá ein neyðtøka hendir í einum so lítlum samfelagi sum tí føroyska, er offrið enn meira útsett, enn tað hevði verið aðrastaðni.
- Í Føroyum vita øll hvat er hent, og øll tosa um tað. Gentan kann blíva útsett fyri, at fólk ikki trúgva henni, sjálvt eftir at gerningsmaðurin er dømdur. Í einum lítlum samfelagi er góð grund til, at offrið átti at fingið størri endurgjald. Men hóast hetta fáa tey í Føroyum eina láturliga upphædd, greiðir Turið Debes Hentze frá.
- Tað er fullkomiliga vitleyst: Gentan fær kanska oyðilagt sína skúlagongd og skal ganga til psykolog restina av lívinum. Hetta er eitt tekin um, at tað verður ikki nóg væl virt í Føroyum. Vit eru heilt afturútsigld á hesum økinum.
Vantandi orðaskifti
- Vit burdu fylgt hinum londunum, tí revsingin fyri eitt brotsverk, er eitt úttrykk fyri, hvussu samfelagið sær uppá brotsgerðina, og hvørji virði eru galdandi.
Trupulleikin er, at tann bylgjan, sum hevur verið aðrastaðni, har fólkið krevur, at lógin skal broytast, hevur ikki verið í Føroyum.
Um fólkið setti kravið fram, høvdu politikararnir kunnað sæð, at tað ikki er nóg gott sum er. So hevði lógin, sum er galdandi í Danmark, eisini kunnað komið í gildi her.
Men um einki orðaskifti er um evnið, so hendir einki.