Revsing til ÍF: Simpulten til grin

Tað sigur Ólavur Larsen, sum er sera ónøgdur við viðferðina, sum ÍF fær

Í gjár kom úrskurðurin í málinum um Ndende Adama Guéye, sum í 1. umfari í landskappingini spældi uttan arbeiðis- og uppihaldsloyvi. ÍF er dømt at tapa dystin móti TB/FCS/Royn 3-0, Jákup Mikkelsen hevur fingið leikbann í tveir dystir og bót á 1.000 krónur fyri tilvitað at hava brúkt spælaran uttan loyvi, Ndende Adama Guéye fær leikbann í ein dyst og liðleiðarin hevur somuleiðis fingið leikbann í ein dyst.

 

Les eisini: ÍF dømt at tapa

 

Í Fuglafirði er stór ónøgd um dómin. Víst verður á, at slík brot á lógina ikki hava givið ítróttarliga revsing fyrr. Ein av teimum, sum hevur víst sína ónøgd er fyrrverandi formaðurin í felagnum, Ólavur Larsen.

 

- So hendi tað aftur. Lógin verður brotin hjá FSF og ÍF er felagið sum skal brúkast sum eksempul uppá lógir og reglur - hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Ólavur Larsen og leggur afturat:

 

- Eg ringdi til FSF-kontórið tann 10. mars 2017 og spurdi um avleiðingar, vegna venjaran, men fekk ikki at vita avleiðingarnar, tí avleiðingarnir standa ikki í reglugerðini. Hetta hevur ikki givið avleiðingar áður, hví skal tað so knappliga nú? Tí at nú er tað ÍF, sum ger okkurt skeivt, so skal tað setast sum eitt eksempul, sigur Ólavur Larsen.

 

Her verður millum annað víst til eitt mál frá 2014, tá AB brúkti Dimitrije Jankovic óvitandi um, at hann ikki hevði arbeiðis- og uppihaldsloyvi upp á pláss. Tað málið bleiv eisini sent aganevndini, men bleiv ikki tikið upp, tí reglurnar vóru ógreiðar.

 

Les eisini B68 hevur kært AB (Gomul grein um Jankovic-málið)

 

Fyrr í ár hevur eitt nú HB bíðað leingi við at brúka Alexandar Stankov, tí loyvini hjá honum ikki vóru komin upp á pláss. FSF boðaði frá eftir Dimitrije Jankovic-málið, at reglugerðini bleiv herd.

 

ÍF verður brúkt sum fordømi

Ólavur Larsen heldur, at ÍF mangan verður brúkt sum fordømi og tí verður revsað harðari enn hini.

 

- Í 2008 segði Bartal Eliasen, at dómarin dugdi hvørki at renna ella floyta og fekk tríggjar dystir leikbann, tí nú skuldi FSF knappliga sláa hart niður á slíkt. Hvat hendi næstu, triðju og fjórðu ferð, tá okkurt var sagt ov nógv í mikrofonina? Einki, sigur Ólavur Larsen og vísur eisini til eina hending í 2011.

 

- Í 2011 segði Karl Løkin eftir ein loknan dyst, at hann skuldi hølva dómarin av um hann møtti honum. Dómarin var ikki til staðar, men hjálpardómarin, sum stóð 20 metrar vekk hoyrdi hetta við sínum stóru oyrum. Hetta gav eitt reytt kort og mátti FSF knappliga sláa hart niður á og góvu honum fýra dystir leikbann. Hvør er leikbannaður soleiðis síðani, sjálvt um dómarin fleiri ferð er blivin fanaður niður? Eingin, sigur Ólavur Larsen og leggur at enda afturat:

 

- Hetta er simpulten til grin, einki annað!