Revsimál skal ganga umaftur

- Revsimálið móti fyrrverandi leiðaranum í ABC barnahjálp í Liberia, Matthew Sakeuh, er heimvíst til nýggja viðgerð, tí próvførslan var ikki nøktandi. Dómarin hevur ógildað úrskurðin hjá nevningatinginum, og ABC Children’s Aid International fyrireikar nú nýtt rættarmál.

Tað sigur ABC Barnahjálp.

Sagt verður, at revsimálið móti Matthew fekk eina heldur óvæntaða vend, tá dómarin í málinum hin 8. januar kolldømdi úrskurðin hjá einum samdum nevningatingi í kriminalrættinum, Criminal Court í landslutinum Montserrado.

- Nevningatingið tók støðu til skuldarspurningin hin 22. desember og fann Matthew Sakeuh sekan í ákærunum. Sambært ákæruritinum hevði hann stolið fremmanda ogn, misnýtt ognir, sum hann hevði fingið at umsita, eins og hann varð ákærdur fyri brotsliga samansvørjing. Lógarbrot svarandi til eitt virði á meiri enn eina millión amerikanskar dollarar.

ABC Barnahjálp sigur, at verjin hjá Sakueh kærdi úrskurðin. Jólaaftan heitti hann á dómaran um at kolldøma úrskurðin hjá nevningunum og heimvísa málið til nýggj viðgerð. Grundgevingin var, at ákæruvaldið hevði ikki lyfti próvbyrðuna, t.v.s. hevði ikki megnað at prógva, at Matthew veruliga hevði framt lógarbrotini, og at niðurstøðan hjá nevningunum tískil ikki svaraði til tað, sum varð komið fram í málinum.

- Í endaliga dóminum, sum kom hin 8. januar, hevur verjin fingið viðhald, sigur ABC Barnahjálp.

Lagt verður aftrat, at sambært dómaranum er tað ikki prógvað, at Matthew hevur stolið pening og misnýtt ognir til persónligan vinning.

- Dómarin sigur, at prógvini í revsimáli skulu vera bæði avgerandi og sannførandi fyri at fella dóm. Hann heldur at ”grundaður ivi” var um skuldarspurningin, og at hesin ivi eigur at koma Matthew til góðar.

Tað er ABC Children’s Aid International, ið hevur heimstað í Íslandi, sum hevur tikið stig til revsimálið, sum tað almenna ákæruvaldið í Liberia hevur ført.

- Tað er eisini ABC Children’s Aid International, sum hevur havt høvuðsleiðslulutin í hjálpararbeiðinum í Liberia. Felagsskapurin tók stig til at gera stórt bústaðar- og skúlaøki fyri neyðstødd gøtubørn skamt uttan fyri høvuðsstaðin Monrovia.

ABC Barnahjálp vísir á, at høvuðsvitnið hjá ABC barnahjálp er Guðrún Margrét Pálsdóttir, forkvinna og stovnari av ABC barnahjálp í Íslandi. Hon segði við íslendska ríkisútvarpið í gjár, at liberiski sakførarin hjá ABC Barnahjálp hevur koyrt sakina eftir heilt øðrum fortreytum enn teinum, ið ABC barnahjálp legði upp til.

Guðrún Margrét Pálsdóttir, at úrskurður dómarans er hepni í óhepni.

- Tí av øðrum løgfrøðingum verður mett, at varð málið skotið inn fyri hægsta rætt nú, hevði Matthew Sakeuh verið fríkendur í øllum ákærum, og málið hevði ikki kunnað verið tikið uppaftur.

ABC Barnahjálp vísir á, at tá trupulleikarnir stungu seg upp í apríl í 2010, vórðu børnini flutt av skúlaøkinum og búgva nú í leigaðum hølum í býnum. Eftir hvat ABC barnahjálp hevur fingið upplýst, verður skúlin brúktur til undirvísing.  

- Børnini og tey ungu, sum búgva á barnaheiminum hjá ABC barnahjálp í Liberia, hava tað øll gott og verða stuðlað av føroyskum stuðulsforeldrum. ABC barnahjálp fylgir teimum tætt, og síðani í mars 2010 hevur Hilda Viderø vitjað í Liberia átta ferðir, sigur ABC Barnahjálp.

Guðrún Margrét Pálsdóttir fer væntandi aftur til Liberia í februar at fyrireika nýtt rættarmál.