Revsilógin ger mismun á ættleiddum og biologiskum børnum

Revsilógin ger mismun millum biologisk og ættleidd børn, tá talan er um kynslig misnýtsla.

 

Meðan kynslig misnýtsla av tínum biologisku børnum hevur eina revsirammu á seks ár, er revsiramman fyri kynsliga misnýtslu av ættleiddum børnum fýra ár.

 

Hetta ynskir Annika Olsen, løgtingskvinna, at broyta. Hon hevur tí lagt uppskot fyri tingið um at broyta revsilógina, so at ættleidd og biologisk børn eru javnsett og revsiramman verður sett til seks ár.

 

- Talan er um ein sera óhepnan mun í revsilógini, ið verður gjørdur á børnunum, tí uttan mun til um tú ert eitt biologiskt barn ella eitt ættleitt barn, er álitið á foreldrini hitt sama og brotsverkið ikki minni, sum barnið verður útsett fyri, skrivar Annika Olsen í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Í sama viðfangi hevur Annika Olsen heitt á landsstýrið um at endurskoða alla revsilógina, sum varð yvirtikin á føroyskar hendur í 2010.