Silvio Berlusconi skal ikki búgva á ellisheiminum, men hann skal gera samfelagstænastu við at lesa fyri Alzheimers-sjúklingum og fólki, sum líða av demens.
Rætt er tað, at Berlusconi er komin væl upp í árini, men aldurin er ikki orsøkin til, at hann skal inn á eitt ellisheim í Milano í dag. Tann 77 ára gamli fyrrverandi forsætisráðharrin er dømdur fyri skattasvik, og revsingin er, at hann skal gera samfelagstænastu minst fýra tímar um vikuna í eitt ár á einum ellisheimi.
Á ellisheiminum Fondazione Sacra Famiglia verður Berlusconi eitt slag av einum morgunverti. Hann skal hjálpa búfólkinum við lesing, skriving og ymsum spølum.
Sjálvur heldur Berlusconi tað vera fullkomiliga láturligt, at hann skal á ellisheim at vera saman við sínum javnaldrum.
-Hetta er ikki bara láturligt fyri meg, men fyri alt samfelagið, hevur hann sagt. Leiðarin á ellisheiminum sigur hinvegin, at tímarnir á ellisheiminum verða uttan iva læruríkir fyri tann gamla politikaran.
Í rættinum fekk Silvio Berlusconi fýra ára fongsul fyri skattasvikið, men dómurin bleiv seinni broyttur til samfelagstænastu í eitt ár sambært einari lóg, sum flokkurin hjá Berlusconi fekk ígjøgnum tjóðartingið.