Revolvari hjá Vincent van Gogh til sølu

Listamaðurin doyði fyri egnari hond í 1890.

Revolvarin, sum kendi niðurlendski listamálarin Vincent van Gogh verður hildin at hava tikið seg av døgum við, skal nú á uppboðssølu. Ein uppboðssøla í París selur tann 19. apríl revolvaran.

 

Van Gogh var í nøkur ár sálarliga illa fyri. Hann skar einaferð annað oyrað av og gav eini gleðisgentu tað

 

Revolvarin varð í 1960 árunum funnin nærhendis franska býnum Auvers-sur-Oise, har Van Gogh verður hildin at hava skotið seg. Hann doyði tveir dagar seinni á sjúkrahúsið.

 

Øll meta tó ikki, at hetta er rætta søgan. Í eini bók verður ført fram, at tveir tannáringar vóru orsøkin og at talan var um váðaskot.

 

Revolvarin hevur síðani 2016 verið sýndur fram á Van Gogh savninum í Amsterdam.