Revolvarapolitikkur?

Óluva í Gong
Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
-------

Einaferð var tað ein maður, sum segði eina lygn nóg ofta, soleiðis at øll til endans trúðu hesi lygn. Er hetta støðan í Føroyum í dag? Vit hava í øllum førum eina samgongu, sum ferð eftir ferð hevur boðað frá, at eingin fær minni í eftirløn eftir at nýggja skattingin av eftirlønum varð sett í verk. Er hetta rætt og verður hetta eisini rætt um nøkur ár?
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur javnan víst á, at við gomlu skattaskipanini, har egna eftirlønin hjá okkara limum varð skattað sum A-inntøka, lá skattaprosentið um 27%. Samgongan við Fíggarmálaráðharranum á odda hevur nú broytt hetta til 40% - av hvørjari krónu. Kann Fíggjarmálaráðharrin vinarliga greiða okkum frá, hvussu hann fær roknað seg fram til, at eingin munur er á, um ávíkavist 27% ella 40% verða trektar frá eini upphædd?
Vit vita væl, at samgongan dregur fólkapensjónina inn í roknistykkið fyri at fáa tingini at passa - fyri at fáa rætt. Fíggjarmálaráharrin hevur millum annað víst á, at mótrokningin í fólkapensjónini framyvir verður minni, soleiðis at hetta vigar upp ímóti hægru skattingini í egnari pensjón. Hetta er áhugavert, tí við hesum sigur Fíggjarmálaráðharrin samstundis, at minni verður í egnari eftirløn. Her er eisini vert at leggja aftrat, at ávísir samgongufelagir longu hava luftað tankan um at lækka fólkapensjónina. Niðurstøðan er greitt tann, at okkara egnu eftirløn kann eingin taka frá okkum hóast teir kunnu revsa okkum við at hækka skattin munandi. Hinvegin kunnu politikararnir, sum teimum lystir, broyta viðurskiftini við fólkapensjónini, og tað hava teir so sanniliga gjørt. Við øðrum orðum kann Fíggjarmálaráðharrin als ikki, bert fyri at fáa rætt, taka fólkapensjónina í roknistykkið, tá hann vil vísa, at eingin fær minni burturúr, hóast skattingin av egnari eftirløn nú er hækkað munandi.
Umframt alt hetta, er eisini sera viðkomandi fyri limirnir í okkara felag, at gera vart við, at avtalurnar í starvssáttmálunum um at gjalda til egna eftirløn nú eru broyttar fullkomuliga. Nýggja skattingin ger, at tað als ikki loysir seg at spara upp til eftirløn meira, orskað av øktu skattingini. Kortini hevur politiski myndugleikin syrgt fyri við lóg, at øll í Føroyum nú verða noydd til at spara upp til egna eftirløn samstundis sum sami myndugleiki hevur gjørt treytirnar fyri uppsparingini munandi verri. Er hetta ikki revolvarapolitikkur?