RESUMÉ um lítla Petur

Eftir at hava prátað við familju, myndugleikar, áhugafelag og ónevndan sakførara tykist hetta í stuttum vera kjarnin í málinum um lítla Petur:

1. Foreldramyndugleikin yvir Petur er í Karup kommunu, og tí er avgerðarrætturin í hesi kommunu og ikki í Føroyum.
2. Petur hevur sambært serfrøðingum brúk fyri viðgerðartilboði (døgnstovni), sum Tórshavnar býráð eisini hevur mælt til.
3. Eingin viðgerðarstovnur av slíkum slagi finst í Føroyum.
4. Tí hevur Karup kommuna saman við pápa lítla Petur gjørt av, at Petur skal niður.
5. UM EIN VIÐGERÐARSTOVNUR FYRI SLÍK BØRN VIÐ SERLIGUM TØRVI HEVÐI VERIÐ Í FØROYUM, HEVÐI PETUR HELST VERIÐ VERANDI.