RÆTTARMÁL
Dómarin Jørgen B. Petersen metti, at Restoffs bryggjarí breyt ásetingarnar í rúsdrekkalógini við sínari lýsing í Dimmalætting, har lýst varð fyri ?páskaløgi?, og orðið øl stóð áskrivað.
Dómarin segði í sínum úrskúrði, at í samlaða metingini av lýsingini metti hann, at lýsingin var fyri rúsdrekka við hægri alkoholstyrki enn 2,8%.
Restorffs bryggjarí varð dømt at hava brotið ásetingarnar í rúsdrekkalógini, og fylgjan av tí er eitt bót aljóðandi 10.000 kr. Afturat hesum skal Restoffs eisini gjalda sakarsmálskostnaðin.
Dómarin hevði eisini aðrar generellar viðmerkingar til tann næsta fulla rættarsalin, tá dómur varð sagdur fríggjadagin.
Hann vildi gera greitt, at tað var ikki uppgávan hjá rættinum at gera av, um rúsdrekkalógin er dupultmoralsk ella samanbera við aðrar lýsingar. Hetta kann rætturin gera, tá eitt tílíkt mál kemur fyri.
Óli Svenn Nolsøe, stjóri fyri Restorffs bryggjarí, segði eftir dómin, at hann metti dómin vera løgnan.
?Eg meti ikki, at teir hava prógvað, at vit lýstu fyri sterkum øli einans í lýsingini. Lýsingin var fyri bryggjaríið, sigur Óli Svenn.
Restorffs bryggjarí umhugsar í løtuni, um málið skal kærast til landsrættin. Hin stjórin, Johan Mortensen, helt fyri eftir rættarfundin, at teir nú heldur ætla sær at lýsa í útlendskum bløðum og tíðarritum.
Finn Ougaard, varafúti og ákæri í málinum, segði eftir at dómurin varð sagdur, at hann var væl nøgdur.
?Vit fingu tað, vit bóðu um. Vit hava gjørt tað skyldu, ið samfelagið áleggur okkum, sigur Finn Ougaard.
Fútin hevur latið Føroya rætti ákæruskrift um tríggjar lýsingar hjá Føroya Bjór í Dimmalætting. Eisini ákæran móti Club 20 bíðar eftir nýggjum rættardegi.