Restorff letur ølstovu upp í Havn

? Vit fara eisini at skipa eitt liðugt »barrkonsept«, har vit fara at bjóða okkum fram at skeinkja til veitslur, sigur Johan Mortensen

SKEINKING

Einaferð í heyst fer Restorffs Bryggjarí at lata upp ølstovu í høvuðsstaðnum, har bryggjaríið í fyrsta lagi fer at marknaðarføra sínar vørur.
Hetta sigur Johan Mortensen við Sosialin.
Spurdur, um ølstovan verður skipað á sama hátt sum eitt nú Café Natúr, svarar hann játtandi, men leggur aftrat:
? Vit miðja eftir, at okkara ølstova skal verða á einum hægri støði enn Café Natúr.
Sum skilst, verður hetta ein rein ølstova, har tú bara fært drykkjuvørur og ikki mat.
Restorffs gentur
Johan sigur, at teir eisini arbeiða við at skipa eitt lið við sonevndum Restorffs gentum.
? Vit fara at bjóða okkum fram at útvega drykkjuvørur og skeinkja til veitslur, eitt nú brúdleyp og annað.
Hann sigur, at bryggjaríið fer at skipa eitt liðugt »barrkonsept« við øli, víni og øðrum drykkjuvørum, sum hann tekur til.
? Hetta er ein tænasta, vit vilja veita, og tí fara vit at søkja eftir 4-5 gentum, sum skulu taka sær av at skeinkja, sigur Johan.
Hann lovar, at nýggja tænastan hjá Restorff verður veitt til kappingarførar prísir.
Drekka veikari
Johan veit annars at siga, at sølan av veika ølinum hjá Restorff er nógv vaksin, og hann heldur, at ein av orsøkunum er, at bryggjaríið hevur gjørt nógv burtur úr marknaðarføringini.
? Fólk fara meira eftir tí veikara ølinum og víni. Rákið vísir, at fólk hugsa meira um at tálma promilluni, og hetta kann eisini hava nakað við tað sosiala at gera.
Johan Mortensen sigur, at Restorff roynir at stuðla uppundur hetta rákið, tí sum hann tekur til.
? Hetta er jú alkohol, vit hava við at gera.