Tað at ein matstova í Føroyum kann hátíðarhalda sín 35 ára stovningardag er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað krevur nógv av okkum starvsfólkum, sigur Poul Rustin, sum seinastu 21 árini hevur rikið Restaurant Muntra í Fuglafirði.
Fríggjadagin 5. mai var skipað fyri móttøku á 35 ára stovningardegnum hjá matstovuni, har nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið til at heilsa upp á starvsfólkið og fáa sær ein góðan bita.
Tað var Petur Mohr, hovmeistari í Fuglafirði, sum stovnaði Restaurant Muntra í 1971. Hann hevði áður siglt sum hovmeistari við skipum hjá danska reiðarínum ØK. Petur Mohr rak matstovuna í 14 ár, til 1985, tá Poul Rustin í Fuglafirði tók yvir.
Tá Restaurant Muntra varð sett á stovn í 1971, var bygningurin hjá Føroya Banka, har matstovan heldur til enn í dag, nýggjur, og fleiri handlar hildu til í niðastu hædd.
Navnið Muntra er staðarnavnið, har sum Restaurant Muntra er.
Poul Rustin, sum í dag er 53 ára gamal, sigldi í nógv ár sum kokkur bæði við føroyskum og útlendskum skipum. Í 1982 legðist hann upp á land og fór at reka kafeteria í ítróttarhøllini á Kambsdali. Eftir at hann hevði yvirtikið Restaurant Muntra, rak hann eisini kafeteria á Kambsdali eina tíð.
Restaurant Muntra virkar bæði sum matstova og skipar fyri matgerð til tiltøk uttan fyri húsið sum til dømis móttøkur og konfirmatiónir. Pláss er til 150 fólk á sjálvari matsovuni til veitslur, brúdleyp o.l.
Hóast arbeiðsdagarnir ofta eru langir, trívist Poul Rustin væl í sínum starvi sum kokkur á Restaurant Muntra, har hann hittir nógv fólk. Har koma fólk, sum eru í arbeiðsørindum í Eysturoy, skúlanæmingar og fólk sum sigla við skipum sum liggja á Fuglafirði. Millum ár og dag hava eisini verið nógvir fundir í fundarhølinum, har m.a. formansskapurin hjá danska Fólkatinginum hevur hildið fund, og tey kongiligu hava eisini verið á vitjan, sigur Poul Rustin.










