– Hetta var respektleyst og vit eru sera vónbrotin, staðfesti hon og vísti á, at um tað var soleiðis at ein veitsla skuldi haldast, so tímdu tey í ráðnum ikki at vera við at fyrireika slíkt meira.
Beinta Beinisdóttir ynskti tó at takka øllum teimum, sum høvdu hjálpt til við uppruddingararbeiðinum og eisini teimum mongu, sum høvdu uppført seg sum vanlig fólk á veitsluni.