Rescue Ziska hjálpti báti í Kalsoyarfirði

Neyðugt var at senda boð eftir bjargingarbátinum Rescue Ziska, tá ein glastrevjabátur seinnapartin í gjár steðgaði upp í Kalsoyarfirði. Sambært vakthavandi á MRCC-støðini, so var ein persónur umborð á bátinum, ið var á vanda fyri at reka á land.


- Ziska var skjótur á veg og var longu hjá bátinum 15-20 minuttir eftir, at boð vóru eftir honum, og fekk sleipað hann aftur til Klaksvíkar, greiðir vakthavandi á MRCC-støðini frá.


MRCC-støðin fekk fráboðanina frá løgregluni klokkan 12.40 og longu 20 minuttir aftaná var Rescue Ziska á staðnum, men sambært vakthavandi á MRCC, so kundi støðan verði meira álvarsom.


- Tað bleiv til eitt vanligt sleip, men tað kundi verði verri, um man ikki fann bátin beinanvegin ella um Ziska ikki var so skjótur á staðnum, sigur vakthavandi.