Í dag eru 10 ár liðin, síðani bjargingarbáturin Rescue LÍV kom til Føroya og varð doyptur í Kollafirði. Longu sama dag – á veg aftur til Havnar – fekk báturin fyrsta útkallið, og bar tað boð um, at tørvur var á slíkum báti í Føroyum. Síðani hava boð verið eftir bátinum nær um 300 ferðir í ymsum ørindum.
Ein stórur partur av virkseminum er at fara bátum við trupulleikum til hjálpar og at sleipa teir í havn. Harafturat verður báturin brúktur í sambandi við leiting og bjarging, sjúkraflutning, sigling fyri løgregluna og til aðra sigling eisini.
Øll manningin á Rescue LÍV er sjálvboðin og ólønt, og er tað hugurin at traðka til og hjálpa teimum, sum tørvar hjálp, sum er motivatiónin og drívmegin hjá hesum fólki. Hugurin at gera mun, tá tað stendur á hjá øðrum, sum eru komin illa fyri.
Samanlagt eru í løtuni 23 fólk knýtt at bátinum.
Nú Rescue LÍV er vorðin 10 ára gamal, eru LFB og Havnar Bjargingarfelag farin undir eina verkætlan at fáa ein nýggjan bjargingarbát til Føroya í staðin fyri Rescue LÍV. Hetta er drúgv og kostnaðarmikil verkætlan, og eydnast tað at fáa neyðugu fíggingina til vega, so er hugsandi, at tað ganga eini 3 – 4 ár til nýggjur bjargingarbátur er tøkur.
Omanfyri ber til at síggja video frá 2017. Tey vóru farin á fjall í Nólsoy tá ið ein hundur datt á sjógv. Rescue Lív stimaði út á Borðuna og bjargaði hundinum. Karl-Ole Larsen gjørdi upptøkuna.