Fyrrverandi amerikanski generalurin, verjuovastin og uttanríkisráðharrin Colin Powell vil hava Barrack Obama til forseta. Tað avdúkaði hann í einari samrøðu við sjónvarpið NBC um vikuskiftið.
-Eg haldi, at Barrack Obama verður ein forseti, sum fer at broyta viðurskiftini, og tí atkvøði eg fyri honum, segði Colin Powell.
Amerikonsku fjølmiðlarnir hava leingi spurt, hvørt Colin Powell mundi styðja republikanska forsetavalevnið John McCain ella demokratin Barrack Obama. Í sjónvarpssendingini var Powell varin við at finnast at McCain, men hann duldi ikki fyri, at hann helt McCain hava gjørt eitt mistak, tá hann valdi Sarah Palin til sítt varaforsetavalevni.
-Eg var vónbrotin av avgerð hansara. Eftir mínum tykki er Sarah Palin ikki búgvin til at átaka sær forsetaembætið, og tað má ein varafroseti vera, segði Powell.
Colin Powell, sum nú er 71 ára gamal, var trygdarráðgevi hjá Ronald Reagan, forseta, hann gjørdist verjuovasti undir George Bush í 1989 og var uttanríkisráðharri hjá George W. Bush frá 2001 til 2005.