Hóast John McCain og Sarah Palin hava brúkt munandi hvassari orðaval teir seinastu dagarnar, benda meiningakanningarnar á, at tað hevur ikki gjørt nakran mun, tí Barrack Obama er framvegis umleið seks prosentstig frammanfyrii.
Tað hóvar ikki floksfeløgunum hjá McCain, og fleiri av teimum fremstu republikonsku politikarunum halda, at McCain er ikki nóg greiður. Eitt nú hevur hann havt fleiri uppskot um, hvussu fíggjarkreppan í USA skal loysast.
Fyri einari viku síðani valdu McCain og Palin er leggja á annan bógv við at herða tey persónligu álopini hjá Barrack Obama. Eitt nú bleiv hann settur í samband við yvirgangsmenn. Men tað vísti seg, at sjálvt fleiri av teimum republikonsku veljarunum vendu sær ímóti teirri nýggju kósini, og McCain noyddist at verja Obama.
Mikudagin hittast McCain og Obama í tí seinasta sjónvarpsdystinum undan valinum. Tær báðar fyrru vann Obama, og nýggjar meiningakanningar vísa, at hann dregur longri og longri frá McCain. Samstundis hava fleiri republikanskir viðmerkjarar funnist at McCain og valstríði hansara. Teir vilja millum annað vera við, at hann dugir ikki nóg væl at bera veljarunum boðskapin hjá republikanarunum. Aðrir siga, at McCain hevur fleiri góð uppskot, men at hann noyðist at velja nøkur burturúr og at sannføra veljararnar um tey heldur enn at vevjast uppi í øllum.
Ov seint
John C. Danforth, fyrrverandi republikanskur senatorur í statinum Missouri, sigur við amerikanskar fjølmiðlar, at John McCai9n má greiða veljarunum frá, hvør munur er á búskaparpolitikkinum hjá sær og búskaparpolitikkinum hjá Barrack Obama.
-Men tað er kanska heldur ikki nóg mikið. Tað tykist, sum at alt í hesum valstríðnum, sum kundi gagnað McCain, hevur gingið honum ímóti, sigur fyrrverandi senatorurin og sipar til fíggjarkreppuna í USA og aðrastaðni.