Brot úr reportagu frá Boðanesheiminum, sum kann lesast í fullum líki í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í kvøld.
____
“Hvussu sær morgunin hjá tær so út” spyrji eg sjúkrasystrina, sum ikki hevur verið leingi í starvi.
“Ja, í morgun er nógv at gera. Búfólkini skulu undir brús í dag. Tað eru tey einaferð um vikuna. Og so skulu vit hava tey upp, hóast mong teirra ikki orka”, greiður hon frá.
“Undir brús einaferð um vikuna?” spyrji eg, og haldi tað er íðan ov lítið. “Ja, vit hava ikki tíð til meir”, sigur sjúkrasysturin, men leggur doyðin á, at tá ið tørvur er á tí, so verða tey gomlu vaskað.
Eftir eina stutta introduktión frá sjúkrasystrini gongur leiðin runt Traðarlon á Boðanesheiminum. Einsamøll og í leitanini eftir innliti í, hvussu lívið her er.
___
Komandi vikurnar fer Miðlahúsið at varpa ljós á eldraøkið. Tað er nú eitt ár síðani, at kommunurnar yvirtóku eldraøkið frá landsmyndugleikunum. Vikuskiftis Sosialurin leggur fyri í dag við at gera eina roynd at lýsa gerandisdagin á einum ellisheimi. Vikuskiftis Sosialurin hevur vitjað á Boðanesheiminum í Havn. Les meira um eldraøkið, um dagin á Boðanesheiminum og um hvussu tey avvarðandi uppliva ellisheimið, í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í dag.