Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um at lækka rentustuðulin úr 35 prosentum niður í 30 prosent.
Sambært uppskotinum, so skal stuðulin, sum fólk fáa til íbúðarlán, lækka eitt prosent um árið næstu fimm árini.
Í viðmerkingum til uppskotið sigur landsstýrismaðurin, at endamálið við uppskotinum er at minka um landskassans útreiðslur, umframt at minka um teir skeivleikar, sum rentustuðulin kann hava við sær.
– Endamálið við rentustuðlinum er at lætta um hjá húsarhaldunum, soleiðis at tað gerst lættari at seta búgv í Føroyum. Men ásannast má, at rentustuðulin mangan eggjar til, at fólk byggja ella keypa dýrari hús enn annars. Ein lækking fer at minka um hendan skeivleikan, soleiðis at stuðulin í størri mun tænir sínum endamáli. Umráðandi er at gera broytingina varisliga og við núverandi lága rentustøði er lagaliga løtan nú.
– Eisini hevur lækking av rentustuðlinum við sær eina meira hóskandi javnvág millum eigarabústaðir og leigubústaðir, sigur Jørgen Niclasen.
Uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan, og fyri tey, sum hava bústaðarlán ella lestrarlán.
Roknað verður við, at landið sparir umleið 2,5 mió. kr. fyri hvørt prosent, sum stuðulin lækkar. Árliga sparingin fyri landskassan verður sostatt 2,5 milliónir krónur fyrsta árið, men hækkar so 2,5 milliónir um árið til 12,5 milliónir krónur í 2019.
Landsstýrismaðurin viðgongur, at uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri tey, sum hava bústaðarlán ella lestrarlán, sum tey fáa rentustuðul fyri. Hvørja ávirkan uppskotið fer at hava við sær, er ymiskt alt eftir, hvussu stórt lánið er, hvussu høg rentan er, og hvussu nógv lánið verður niðurgoldið í tíðarskeiðnum.
TRÝST HER fyri at síggja uppskotið