Rentustuðulin til seljaran

Føroyski búskapurin nærkast eini stagnering í næstum, men vit eru nógv betri fyri, enn undan kreppuni, heldur Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa.
Eitt, sum heldur húsaprísunum uppi er lágu lánskostnaðirnir, eitt nú lága rentan og rentustuðulin, metir Bjarni

SAMRØÐA

Lágir lánskostnaðir eru ikki fult til gangs fyri keyparan, men ofta minst líka nógv fyri seljaran. Lágir lánskostnaðir merkja hægri húsaprísir.
Hetta vísir Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, á.
Eitt evni, tú ongantíð kanst fara heilt av leið við í føroyskum fjølmiðlum, eru húsaprísir. Hetta evnið hevur Bjarni Olsen, ið vit hava viðtal við í hesi grein, úttalað seg um fyri stuttum.
Hendan samrøðan er kortini gjørd áðrenn tær útsagnirnar, men hóast spurningarnir eru aðrir kann sama uppland oftani illa siga fleiri søgur.
Vit hava hitt Bjarna Olsen til eitt prát í einum av teimum mest stásiligastu og mest framkomnu bygningunum í Føroyum.
Føroya Sparikassi umskipaði í fjør sítt virksemi til eitt partafelag, har Sparikassagrunnurin er nógv størsti eigarin við sínum 94,1% av partabrøvunum.
8.713 partaeigarar eru í Føroya Sparikassa.

Stagnering
Føroyski búskapurin hevur síðani kreppuárini merkt eina risastóra framgongd. Eftir at hjólini slakaðu miðskeiðis í nítiárunum, hevur tað bara vundið meira og meira upp á seg. So nógv, at fólk eru farin at tosa um ein ovurupphitaðan búskap í Føroyum.
Mest vøksturin heldur ikki á í allar ævir.
?Mong tekin benda á, at vit nærkast eini stagnering og møguliga einari lítlari afturgongd. Hetta er ein náttúrlig gongd og samfelagið skal kunna tola slíka afturgongd, sigur Bjarni Olsen.
Tekini, tosað verður um, eru fleiri. Húsaprísirnir standa í stað, nýtslan minkar, alivinnan klárar seg verri og ymiskt annað.
Støðan hjá føroyska búskapinum er framvegis góð, heldur Bjarni Olsen.
Spurningurin er so, um nakar munur er á støðuni nú í mun til áðrenn kreppuna? Fer fiskivinnan av lagi aftur, fer so samfelagið aftur í djúpa kreppu?
?Støðan í dag er lík teirri síðst í áttatiárunum á tann hátt, at gongur tað galið í fiskivinnuni, so verður samfelagið eisini hart rakt. Hetta er tí, at hetta er stóra vinnubeinið, ið samfelagið hevur at standa á, sigur Bjarni Olsen.
?Vit mugu konstatera, at vit standa á einum ? møguliga tveimum ? vinnubeinum, sigur Bjarni Olsen.
Men sparikassastjórin heldur ikki, at tað fer at ganga sum í áttatiárunum, skuldu verri tíðir komið.
?Vit eru nógv betri fyri enn síðst í áttatiárunum. Búskapurin er sum heild nógv sunnari á øllum økjum, tí hann byggir á marknaðarkreftir, metir Bjarni Olsen.
Og hetta verður eisini tað, sum tryggjar eina haldgóða framtíð og er neyðugt, heldur Bjarni Olsen. Vit høvdu óivað dugað betri at bart ímóti einari afturgongd nú, sigur Bjarni Olsen.

Kapping
Støðan á føroyska peningastovnsmarknaðinum í løtuni er tann, at tað serliga eru tveir stórir, Føroya Banki og Føroya Sparikassi, sum sita á tí mesta av marknaðinum. Suðuroyar Sparikassi og Norðoyar Sparikassi gera seg galdandi serliga í ávísum pørtum av landinum, og Húsalánsgrunnurin og partvíst eisini Tryggingarfelagið Føroyar bjóða eisini fígging til ávíkavíst bila- og húsakeyp.
Produktini, ið serliga teir báðir stóru peningastovnarnir í Føroyum bjóða, eru ógvuliga lík.
Og hetta er heldur ikki so undarligt, heldur Bjarni Olsen.
?Hetta er eitt úrslit av kappingini. Tí kapping gevur í stóran mun eins útboð av produktum og eins prísir, sigur Bjarni Olsen.
Tað er sjálvandi ymsir munir á útboðunum, men givið er, at peningastovnarnir ferðast mest á somu leiðum.
Sparikassastjórin ger greitt, at teir merkja hørðu kappingina.
Ein part av kappingini heldur Bjarni, at tey í Føroya Sparikassa kundu verið sloppin undan. Talan er um Húsalánsgrunnin.
?Hvat er endamálið við Húsalánsgrunninum í dag? Talan er um eina kappingarneyta til peningastovnarnar, sum ikki er marknaðarbaseraður, og sum bjóðar tænastur, sum peningastovnarnir frammanundan bjóða kundunum, heldur Bjarni Olsen.
Suðuroyar Sparikassi hevur latið eina deild upp í høvuðsstaðnum. Hetta merkir kortini ikki, at Føroya Sparikassi hevur ítøkiligar ætlarnir um at lata deild upp í syðra parti av Suðuroynni. Og heldur ongar ítøkiligar ætlanir eru um at fara til Norðoyggjar, sigur Bjarni Olsen.
Marknaðarparturin hjá Føroya Sparikassa í hesum økjunum er lítil, og líkt er til, at føroysku sparikassarnir fyri tað nógva eru samdir um at býta verðina ímillum sín.
Føroya Sparikassi er seinastu árini farin í fleiri fyritøkur í fíggjarheiminum. Millum annað Kaupthing í Føroyum og í Danmark. Eisini er peningur settur í íløgufeløg í Føroyum.
Hetta verður gjørt fyri at styrkja støðuna hjá Sparikassanum, men eisini fyri at víðka um útboðið.
?Fólk skulu hava somu møguleikar í Føroyum sum aðrastaðni, sigur Bjarni Olsen.
Uttanlands verður nógv gjørt burturúr at seta pengar í láns- og virðisbrøv, og hetta hevur eisini vundið eitt sindur upp á seg í Føroyum.

Stuðul
Rættiliga nógv fólk kring næstan alt landið seta búgv í hesum døgum, og nógv hava eisini sett búgv seinastu árini.
Og tey flestu seta seg eisini í eina stóra skuld við høgu húsaprísunum sum grundarlag.
Ofta verður ført fram, at fólk eiga at fáa stuðul til húsakeypa, tí tað skuldi lætt eitt sindur um.
Men spurningurin er, hvør fær ágóðan av einum stuðuli?
?Alt, sum eitur stuðul, hvat gevur tað? Stuðulsskipanirnar hava ikki fult út gagnað keyparunum, men minst líka nógv seljarunum, sigur Bjarni Olsen.
Hann grundar hetta á, at útboðið er baserað upp á marknaðargrundarlagið, og eru fólk før fyri og til reiðar at gjalda nógv fyri eina vøru, so verður kostnaðurin hareftir.
Tað vil siga, at eru fólk før fyri at gjalda so og so nógv fyri eini hús, og fáa teystuðul afturat, so hækkar prísurin tilsvarandi.
?Fólk spenna seg so nógv, tey kunnu. Og seljarin er úti eftir at fáa so nógv fyri sína vøru sum gjørligt, og hetta er grundarlagið fyri søluprísinum, sigur Bjarni Olsen.
Og stuðilin, sum t.d. tann peningur, sum Húsalánsgrunnurin kostar at reka, kundi verið komið skattgjaldarunum til góðar. Rentustuðulin hevur eisini líknandi ávirkan á sethúsaprísirnar, men ein kann ikki bara taka rentustuðulin burtur uttan samstundis at taka rentuskattin burtur, tí symmetri má vera millum hesi báðar.