Rentustuðulin til sethúsaeigarar er við at verða ein stór útreiðsla hjá landskassanum.
Men nú er samgongan farin at kanna, hvussu hann kann skerjast,
Tað boðaði løgmaður frá í Løgtinginum í gjár, tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar.
Løgmaður sigur, at tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum er farin undir hesar kanningarnar.
- Eg eri púra sannførdur um, at vit eiga at taka spurningin um rentustuðul upp í fullum álvara, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at endamálið við hesum kanningum er at skerja rentustuðulin, men hann skal ikki skerjast so, at hann verður ein hóttan ímóti tí einstaka húsarhaldinum.
- Rentustuðulin er tað, sum nógvar familjur í veruleikanum yvirliva upp á og tí er tað umráðandi, at vit skerja rentustuðulin við skili so at vit ikki hála teppið undan sethúsaeigarum.
Neyðugt at skerja
Løgmaður heldur, at tað verður neyðugt at gera nøkur inntriv fyri at temja útreiðslurnar hjá landskassanum og í hesum sambandi er rentustuðulin ein útreiðsla, sum samgongan roynir at tálma.
Men tað verður eisini neyðugt at hyggja eftir øðrum útreiðslum, sum eru veksandi.
Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, segði, at í ár fer rentustuðul til sethúsaeigarar at kosta landskassanum 101 millión og tað er næstan tvær ferðir so nógv sum fyri bara fýra árum síðani.
Orsøkin er hægri útlán, hægri renta og longri avdráttartíðir.
Jenis av Rana vildi hava løgmann at vátta, at rentustuðulin verður ikki rørdur við afturvirkandi kraft.
Men tað gjørdi løgmaður ikki!
Hinvegin staðfesti hann, at rentustuðulin er lívsgrundarlagið hjá heilt nógvum familjum.
Og hann helt, at tað eigur at bera til at umskipa rentustuðulin, so at hann kemur teimum til góðar, sum veruliga hava brúk fyri honum.
Og hann helt, at tað er stórur munur á fólki. Tey, sum seta búgv fyrstu ferð á ungum árum hava størri tørv á rentustuðuli enn tey, sum seta búgv fyri aðru ferð á meiri tilkomnum árum.
Men sum støðan er nú, fáa øll tann sama rentustuðulin.
- Tað ber eisini til at fáa rentustuðul alt lívið og tað ber til hjá sethúsaeigarum at fáa rentustuðul, hóast teir ongan avdrátt betala yvirhøvur.
- Tí helt hann, at har eru nógv viðurskifti, sum kunnu kannast í hesum sambandi og at tað ber til at tálma útreiðslunum til rentustuðulin, uttan at raka teir sethúsaeigarar, sum veruliga hava brúk fyri honum