Rentustuðulin skal endurskoðast

Samgongan sigur, at hon fer at endurskoða skipanina við rentustuðuli Í samgonguskjalinum hjá teirri nýggju ABC-samgonguni stendur millum annað, at samgongan hevur sett sær fyri at endurskoða rentustuðulin.

Á tíðindafundi, sum samgonguflokkarnir hildu seinnapartin, høvdu floksformenninir eitt sindur ilt við at svara, tá spurt varð, hvat liggur í orðinum ?endurskoða?.

Kaj Leo Johannesen segði, at samgongan fer ikki at gera nakað í óðum verkum við rentustuðulin, og hann lovaði, at einki verandi húsalán skal missa rentustuðulin. Hann vísti í hesum viðfangi á, at rentustuðulin er ein týðandi partur av fíggjarviðurskiftunum hjá teimum flestu húsarhaldunum.

Jóannes Eidesgaard helt, at tað eigur at bera til at tillaga rentustuðulin, tá og um rentan eina ferð fellur.