RENTUSTØÐI
Tað er væntandi, at Evropeiski sentralbankin fer at lækka rentuna í næstum. Hetta vil ávirka tann danska nationalbankan til at lækka sína rentu, og sostatt verður rentan í Føroyum vætnandi eisini sett niður.
Hetta sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa.
Hann sigur, at hóast rentan er søguliga lá, so eru greið útlit fyri, at rentan fer at lækka enn meira í næstum.
?Upp á stutt sigt vilja vit óivað fara at síggja eina rentulækking í Evropa, sum mest sannlíkt eisini fer at innibera eina rentulækking í Føroyum, sigur Marner Jacobsen.
Tað er serliga spenta støðan við Irak, sum er orsøkin til lækkingina.
?Støðan viðvíkjandi Irak hevur gjørt, at evran er styrkt munandi í mun til dollaran, sigur Marner Jacobsen.
Væntandi verður rentulækkingin hjá Evropeiska sentralbankanum 0,5%, men tað er óvist, hvussu hetta fer at ávirka føroyska marknaðin ? bæði viðvíkjandi innlánum og útlánum.
?Vit fáa illa koyrt rentuna á innlánunum longur niður. Tìskil vilja vit helst fara at missa pening av einari rentulækking. Eg kann tó einki siga um, hvønn týdning hetta fær, tí fara ikki at fyrihalda okkum til hetta fyrr enn rentan er lækkað, sigur Marner Jacobsen.
Eitt lægri rentustøði vil fáa positiva ávirkan á vinnulívið, men tað kann væl hugsast, at vanligu sethúsalánini ikki fara at merkja tað stóra.
?Hetta, at rentan lækkar, er sjálvandi positivt fyri vinnulívið, sigur Marner Jacobsen.
Føroya Sparikassi lækkaði seinast rentuna í desember.
Gott fyri lánsbrøv
Gongin á virðisbrævamarknaðunum hevur so at siga søguliga vánalig seinasa árið ella so.
?Eg tori ikki at spáa longur um virðisbrævamarknaðinum. Tað er ikki gott at vita, hvar botnurin er, sigur Marner Jacobsen.
Tað eru serliga altjóða partabrøv, sum hava merkt sviðan av gongdini. Marner Jacobsen sigur, at nakrir størri stovnar í Føroyum eiga pening í tílíkum partabrøvum, men talan er ikki um teir heilt nógvu pengarnar ? og lítið av privatum keyparum.
Tá rentan lækkar, so eru hetta góð tíðindi fyri lánsbrævaeigarar. Við væntaðu rentulækkingini við virðið á lánsbrøv hækka.
Lækka
Stýrið fyri Húsalánsgrunnin hevur avgjørt at lækka rentuna.
?Við grundarlagi í altjóðarentuni verður grunsins rentustig javnan eftirhugt. Av tí at altjóðarentan er lækkað, hevur Húsalánsgrunnurin avgjørt at lækka rentustigið, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Húsalánsgrunninum.
Nýggju rentusatsirnir eru 4,0% fyri 1. veðrættarlán og 6,50% til 7,50% fyri onnur lán.
Gamla 1. veðrættarrentan var 4,75%.
Jóannes Dalsgarð, stjóri fyri Húsalánsgrunnin, sigur, at tey fylgja við gongdini úti í heimi, og tær leggja rentuna eftir altjóða støðinum, men plaga at vera varnir við at gera broytingar. Men hesaferð var hetta hildið vera neyðugt, sigur Jóannes Dalsgarð.
-HR
Mynd: Leiðslan í Føroya Sparikassi rokna við rentulækkingum í næstum, og hetta er gott fyri vinnulívið, men Sparikassi kann missa orsakað av søguliga lága rentustøðinum.