Fyri fimtu ferð seinasta hálva árið linkar byrðan hjá sethúsaeigarum. Hesa ferð lækkar rentan 0,35 prosentstig Rentulækkingin kemur í kjalarvørrinum av seinastu rentubroytingini hjá Tjóðbankanum, sum seinastu tíðina hevur lækkað leiðandi rentuna 0,60 prosentstig.
Eftir rentlækkingina er lægsta bústaðarrentan í Føroya Banka nú niðri á 5,80 prosentum.