Tryggingarfelagið Føroyar setir nú rentuna á bilfíggingini niður frá 6,25 % p.a. til 6,0 % p.a. frá í dag, tann 15. november 2001, at rokna. Henda renta er galdandi fyri allar bilfíggingar uttan mun til aldur á bili og stødd á útgjaldi.
Lækkingin er ein avleiðing av, at rentan á fíggjarmarknaðinum sum heild er lækkað, síðani Tryggingarfelagið Føroyar seinast lækkaði rentuna tann 1. oktober 2001.
Bilfígging frá Tryggingarfelagnum Føroyar verður avgreidd beinleiðis á bilasøluni.
Tórshavn, tann 15. november 2001
Tryggingarfelagið Føroyar S/F
Gunnar í Liða
forstjóri