Rentuhækkingin nærum eitt fakta

Tað verður roknað sum púrasta víst, at næsta rentuhækkingin kemur í desember

Renta

Stjórin fyri europiska Miðbankan sendi hósdagin eitt greitt tekin um, at rentan verður hækkað í desember mánaði.
Jean-Claude Trichet segði, at europiska rentan hevur verið og er sera lá, og at ein hægri renta er neyðug, um útrokningarnar hjá Miðbankanum eru rættar. Her verður mett, at inflatiónin fer at økjast seinastu mánaðirnar av 2006 og fyrstu mánaðirnar av 2007. Soleiðis staðfestir Miðbankastjórin, at fallið í inflatiónini, sum eru í løtuni, ikki verður roknað sum eitt varandi fyribrigdi.
Samtundis segði Trichet, at prognosurnar um peningaligan vøkstur í Europa fyribils halda. Seinastu fýra ársfjórðingarnar hevur fíggjarvøksturin verið á leið 0,7 %, og roknað verður við, at hetta støðið fer at halda sær. Tosað verður her um ein sunnan vøkstur, sum hevur eitt breitt og sterkt grundarlag at standa á.
Um so er, at europiski Miðbankin hækkar rentuna í desember – helst við 0,25 prosent-stigi, er væntandi at føroysku peningastovnarnir gera tað sama.