Rentuhækking hjá Eik

Eik hækkaði í dag renturnar á flestu konti við 0,35 prosentstigum. Talan er um eina rentuhækking, sum kemur í kjalarvørrinum av, at Tjóðbankin í tveimum umførum hevur hækkað tær leiðandi renturnar við tilsamans 0,35 prosentum p.a. Rentan á flestu inn- og útlánum verður hækkað við 0,35 prosentum p.a. Innlán uttan uppsøgn verða óbroytt, meðan eftirlønaruppsparingar hækka við 0,6 prosentum p.a.