Rentuhækking í Eik

Eik broytir nú rentur á inn- og útlánum. Rentan á bústaðarlánum hækkar upp í 5,5%

Eik ger nú sum Kaupthing og Føroya Banki. Rentan á innistandandi millum 100.000 og 300.000 kr. við 3 mðr. uppsøgn hækkar upp í 3,0% p.a. Rentan á innistandandi millum 300.000 og 1 mió. kr. við somu uppsøgn fer upp í 3,15% p.a. Er innistandandi upphæddin oman fyri 1 mió.kr., er rentan við 3 mðr. uppsøgn uppi á 4,15% p.a.
Á kontum við 12 mðr. uppsøgn eru renturnar nú soleiðis: 3,10% p.a. til innistandandi millum 100.000 og 300.000 kr., og 3,25% p.a. til innistandandi millum 300.000 og 1 mió.kr. Er innistandandi oman fyri 1 mió. kr., er rentan við somu uppsøgn uppi á 4,25% p.a.
Renturnar fyri innistandandi við 12 mðr. uppsøgn eru eisini galdandi fyri partaeigarakontur, men tær hava bert 3 mðr. uppsagnartíð.
Kundar fáa harumframt eitt serligt tilboð í sambandi við 175 ára stovningardagin hjá Eik í ár. Upp til 175.000 kr. kunnu nevniliga frá í dag og til 175 ára stovningardagin tann 24. august 2007 setast á eina serliga 175 ára kontu við 4% í rentu p.a., sum er uttan uppsøgn. 175 ára kontan stendur við í eitt ár.
Útlánsrenturnar í Eik hækka í meginregluni 0,25 prosentstig. Lægsta bústaðarrentan hækkar sostatt t.d. upp í 5,50% p.a.