Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin, var skjótur at viðmerkja, at í karmunum fyri næsta ár, er rentan sett til bert 2,6 milljónir krónur.
Fyrrverandi løgmaðurin gjørdi vart við, at hetta talið er alt ov lágt, tá ið almenna skuldin er millum fimm og seks milljardir krónur.
-Hetta er ikki meira enn hvat eini sethús í Havn kosta, so hetta er alt ov lítið. At seta karmar upp við yvirskoti uppá hendan mát, er ógvuliga lætt, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, helt eisini, at verður rætta talið sett, so bendir alt á, at fíggjarlógin næsta ár heldur fer at hava hall, heldur enn 50 milljónir í avlopi, sum annars verður sagt.
Helena Dam á Neystabø vísti á, at í sjkrivinum, sum fylgir við karmunum stendur alla staðni, at hækkar rentan, so kannn tað fáa stóra ávirkan á føroyska búskapin, men hon avvísti, at talan var um at sminka nakrar karmar, tá ið rentan er sett so lágt.