Eftir at Tjóðbankin enn einaferð hevur lækkað rentuna, lækkar Føroya Banki eisini flestu út- og innlánsrenturnar. Og sum hjá Eik lækkar rentan á innláni meir enn á útláni
Tann 19. desember lækkaði danski Tóðbankin rentuna, og nú ger Føroya Banki tað sama.
Bankin sigur, at lægsta bústaðarrentan lækkar 0,25 prosentstig niður í 6,75 prosent. Flestu aðrar útlánsrentur lækka eisini 0,25 prosentstig.
Samstundis lækka flestu innlánsrenturnar, og eins og hjá Eik lækka tær við 0,5 prosentstigum, altso 0,25 prosentstig meir enn á útlánum. Sostatt nýtir Føroya Banki eisini høvi til at økja um rentuinntøkurnar við at hækka rentumarginalin - munin millum inn- og útlánsrentur.
Rentubroytingin fær gildi mánadagin 29. desember 2008.









