Rentan hjá Eik lækkar

Eftir at Tjóðbankin lækkaði rentuna í síðstu viku, hevur Eik banki gjørt av at lækka rentuna Eik sigur, at tær flestu útlánsrenturnar lækka 0,35 prosentstig, og at flestu innlánsrentur lækka 0,75 prosentstig. Tað ber millum annað í sær, at rentan á lánum við 1. veðrætti verður 6,4 prosent.

Realkredittlán verða ikki ávirkað av hesi rentulækking, sigur Eik og leggur afturat, at rentulækkingin kemur í gildi mánadagin.

Frammanundan hevur Føroya Banki lækkað sínar rentur.