Føroya Banki boðar í dag frá, at eitt nú lægsta bústaðarrentan hækkar 0,5 prosent Í tíðindaskrivi boðar Føroya Banki frá, at frá týsdegnum 22. juli hækka bæði útláns og innlánsrenturnar.
Føroya Banki greiðir soleiðis frá:
Alsamt hækkandi renta á altjóða fíggjarmarknaðunum hevur nú við sær, at Føroya Banki hækkar fleiri rentur. Lægsta bústaðarrentan hækkar 0,5 prosentstig - úr 6,25 prosentum upp í 6,75 prosent. Flestu innlánsrentur hækka millum 0,35 og 0,6 prosentstig
Eins og flestu peningastovnar fíggjar Føroya Banki ein vaksandi part av sínum virksemi við at læna á altjóða pengamarknaðum. Pengamarknaðarrenturnar eru hækkaðar 0,5 prosent síðan seinastu rentubroyting í apríl, og haraftrat er tað vorðið uppaftur dýrari at læna á altjóða fíggjarmarknaðunum.
Føroya Banki tillagar tí sínar rentur til broyttu umstøðurnar.
Lægsta bústaðarrentan hækkar 0,5 prosentstig, og renturnar á billánum hækka millum 0,5 prosentstig og 1 prosentstig. Aðrar útlánsrentur hækka 1 prosentstig.
Eisini fleiri innlánsrentur hækka. Renturnar á 60-ára konto og Lutakonto hækka 0,6 prosentstig.
Rentan á innistandandi undir 100.000 kr. hækkar 0,25 prosentstig. Rentan á innistandandi millum 100.000 kr. og 300.000 kr. hækkar somuleiðis 0,25 prosentstig. Rentan á innistandandi millum 300.000 kr. og eina millión krónur hækkar 0,35 prosentstig. Á innistandandi yvir eina millión hækkar rentan 0,35 prosentstig.