Stjórin í danska Tjóðbankanum, Niels Bernstein, sigur nú, at danskir sethúsaeigarar kunnu byrja at fyrireika seg til hægri rentu á húsalánunum. Á ársfundi hjá realkreditfelagnum fyrrapartin segði tjóðbankastjórin, at við veksandi inflasjón er tað líkt til, at rentan fer at hækka fyrr, enn marknaðurin hevur roknað við.
Hann segði tó einki um, nær vit kunnu vænta rentuhækking, ella hvussu stór hon verður.
Niels Bernstein legði afturat, at so leingi nógv arbeiðsmegi er tøk orsakað av tí stóra arbeiðsloysinum, slepst helst undan einum óhepnum lønar- og prísvøkstri.