Rennur og rennur foli mín

Vága Ríðingarfelag er virkið felag. Nú er felagið farið undir at gera ríðibreyt við flúgvarabedingina Niðri við Vatn

Ríðing

Vágar:Nýggj ríðibreyt verður gjørd í Vágum. Talan er um ringbreyt, sum í fyrsta lagi er ætlað til gongulagskappingar, siga tey í Vága Ríðingarfelag.
Vága Ríðingarfelg er virkið felag, sum regluliga hevur bæði kappríðing og nú eisini ætlandi gongulagskappingar á skránni.
Vanliga plagar stevna at verða hildin Niðri við Vatn, har bæði kappríðing og eisini felagshugni eru á skránni.
Nú farið er undir at gera nýggja ringbreyt til gongulagskappingar, rokna tey eisini við í Ríðingarfelagnum, at hon verður liðug til stevnuna i summar.
Nýggja breytin er løgd við flúgvarabedingina, tey nevna í Vágum. Tað er norðalaga við Sørvágsvatn stutt frá vegnum til flogvøllin og Sørvágs.
Sum skilst á teimum i Vága Ríðingarfelag, er felagið rímiliga væl fyri, og ein slík breyt, sum tann, ið nú verður gjørd, verður ikki nøkur tyngjandi íløga fyri felagið. Hvør endaligi kostnaðurin verður, ber ikki til at fáa upplýst, men sum skilst verður arbeitt rímiliga biliga. Tó skulu bilar og maskinur sjálvandi hava sítt, verður sagt.
Tað er stórur áhugi fyri ríðing í Vágum. Eini 50-60 ross munnu vera í oynni, halda tey í Ríðingarfelagnum. Nógv eru íslandsross, sum serliga eru vælegnað til gongulagsríðing.
Vágar eru væl egnaðar at ríða í, siga rossafólkini. Tað vísir eisini áhugin aðrastaðni frá at koma vestur í Vágar at ríða. Tað er rímilig vanligt, at havnarross eru at síggja í Vágum, har riðið verður á fjøllunum. Eisini saman við vágafólki, ið sum vera man gera nógv av at ríða kring oynna. Serliga um summarið. Fjallavatn verður dúgliga vitjað, og eins og Seyðamaðurin á Sondum reið á sinni, verður eisini onkur túrur gjørdur Norðuri á Fjøllum.
Nú undirsjóvartunnilin er komin, vænta tey enn fleiri vitjanir har vesturi, siga reiðfólkini. Nú er einki fyri at feðrast imillum.
Men tað merkir sjálvandi eisini, a t vágafólkini hava betri møguleikar fyri at sleppa av oynni, og tí møguleikanum vænta tey eisini, at tey fara at taka av.


Mynd Ríðingarbreyt
Myndatekstur:
Teir gera nýggju ríðibreytina við flúgvarabedingina Niðri við Vatn
Mynd: Edvard Joensen