Rennur marathon í myrkri

- Antin renni eg eitt heilt ella einki. Soleiðis hugsaði Uni Rasmussen, tá hann bleiv spurdur um at renna eitt hálvt marathon. – At eg eri blindur er als eingin forðing, sigur 43 ára Uni Rasmussen, sum í í løtuni venur til sítt fyrsta marathon

Alsamt fleiri føroyingar eru farnir at nýta renning sum venjingarhátt, og tað gerst eisini meir og meira vanligt at føroyingar luttaka í marathonkappingum her heima og uttanlands. Ein, sum er blivin bitin av renning, er Uni, sum ætlar sær til Athen í november at renna 42,1 kilometrar. Tað, sum ger hansara luttøku í Athen serliga, er, at Uni er blindur



Blindni er eingin forðing

Í hesum døgum sæst Uni fleiri ferðir um vikuna renna í Gøtu og í Tórshavn, tí hann er farin undir fyrstu venjingarnar til marathonrenningina, sum verður í Athen í november í ár.

- Tað eru ikki so nógv, sum vita um mína ætlan við at renna marathon, men tey, sum vita tað, stuðla mær hundrað prosent, sigur Uni. Leingi hevur hann spælt við tankan um at gera meira við renningina, men ikki fyrr enn nú er hann av álvara farin at hugsa um marathon.

- Tá eg av fyrstan tíð byrjaði at renna, var tað fyri at betra um kondiina. Úti á sjóndeplinum hava vit mangan prátað um marathon, og tá tey spurdu meg, um eg vildi renna eitt hálvt marathon, visti eg alt fyri eitt, at antin rann eg eitt heilt ella einki, greiðir Uni frá, sum als ikki heldur tað verða nakra forðing at vera blindur og íðka ítrótt.

- Í gerandisdegnum hugsi eg ikki sum so, um at eg eri blindur, tí eg geri stórt sæð tað sama eins og øll onnur, sigur Uni Rasmussen. Umframt at renna hevur hann eisini fingist við kappróður og róði í 2000.

- Eg haldi ikki, at tað verða sett mær harðari krøv enn øðrum fólkum, sum fáast við onkran ítrótt. Tað snýr seg fyrst og fremst at hava viljan til at klára tað, mann setur sær fyri.



Fylgjarin stóran týdning

Tá Uni rennur, er tað ikki heilt upp á sama máta, sum tá síggjandi renna ein túr. Við sær hevur hann nevnliga ein fylgjara, Mariu Svabo Hansen, sum starvast á Sjóndeplinum. Í løtuni venja tey bæði saman í Gøtu og í Havn umleið tríggjar ferðir um vikuna, umframt at tey eisini venja hvør sær. Tá tey renna saman, hava tey eitt elastikk ímillum sín, og so kunnar Maria Una um teinin, kantar, broytingar í lendinum, kilometratal og so framvegis.

- Skal eg renna, eri eg noyddur at hava ein fylgjara, sum allatíð fortelur mær um allar tær broytingarnar, sum eru á rennitúrinum, sigur Uni, sum á ongan hátt kennir seg ótryggan, tá hann rennur.

- Eg eri tíbetur ongantíð dottin enn, men eg eri heldur ikki bangin fyri at detta, greiðir Uni frá. Tá hann og Maria renna túrar venja tey eisini, hvussu og nær Maria skal siga Una frá, tá til dømis ein vegkantur er. Sambært Mariu skal Uni hava eitt serstakliga gott álit á henni, tá tey renna.

- Størsta avbjóðingin hjá Una er at hava fult álit á mær sum fylgjara, hann skal vera ótrúliga fleksibul og kunna klára spontanar broytingar á rennitúrinum, sigur Maria, sum sjálv hevur runnið marathon tvær ferðir áður. Hon legur afturat, at tað krevur djúpa konsentratión frá báðum pørtum, tá tey renna saman.

- Uni og eg skulu bæði konsentrera okkum ógvuliga nógv. Timingin er altavgerandi, so eg skal kunna boða Una frá í góðari tíð, men ikki ov góðari, soleiðis at rennitúrurin kann verða so lættur sum gjørligt, greiðir Maria frá, sum er útbúgvin ergoterapeutur við sergrein innan sjónøkið.



Renningin gevur nógv

Una dámar væl at røra seg, og í sínum dagliga yrki sum massørur upplivir hann, hvussu stóran týdning rørsla hevur fyri likamið.

- Tá eg eri til arbeiðis brúki eg sjálvur kroppin rættiliga nógv, og fleiri av teimum, sum eg masseri, eru fólk, sum renna. Gjøgnum arbeiðið veit eg eisini, hvussu kroppurin virkar, og tískil havi eg tann fyrimunin, at eg veit, hvussu og hví kroppurin reagerar, sum hann ger onkuntíð, sigur Uni. Umfamt at betra um kondiina, gevur renningin Una nógv annað.

- Mær dámar væl at vera úti í føroysku náttúruni, og harafturat hevur mann tað gott aftan á ein rennitúr og er glaður fyri túrin, sigur Uni. Teir dagarnar, hann ikki rennur, venur hann á crosstrainara og kondisúkklu, men hóast ein stórur partur av tíðini fer til venjing, er Uni ikki farin at hugsa stórvegis um matin enn.

- Tankarnir eru har, og møguliga verður okkurt, sum minnir um ein kostplan, seinni. Sjálvur hugsi eg bara um at eta vanliga sunt og eta ymiskar matvørur, sigur Uni, sum ætlar sær at renna nógv í summarferiuni.

- So við og við fara vit at trappa upp við venjingunum, og eg kundi væl hugsað mær, at luttikið í onkrum rennikappingum her í landinum, áðrenn farið verður til Athen í november, greiðir Uni frá. Hóast hann ikki fær heilt somu uppliving sum hinir síggjandi rennararnir, tá tey renna marathon í Athen, ger Uni sær somu tankar eins og flestu aðrir marathonrennarar.

- Tað, sum eg gleði meg allarmest til, er at koma í mál og vita, at eg havi klára tað, sigur Uni, sum tó ikki vil siga, hvat næsta málið er eftir marathonkappingina í november.

- Hetta er ótrúliga spennandi, men nú royni eg fyrst at renna henda marathonteinin, og so taki eg støðu til, hvat skal verða tað næsta. Ein nýggj ætlan kann altíð vísa seg, sigur Uni.





FAKTA:



Navn: Uni Rasmussen

Aldur: 43

Bústaður: Norðagøta

Útbúgving: Massør