Hóskvøldið kl. 18 verður fyrsta tiltakið á Eystanstevnuni. Talan er um eitt rørslutiltak, sum vendir sær til øll fólk og í øllum aldursbólkum, eisini fólk við barnavogni ella koyristóli. Runnið ella gingið verður 2,4 ella 4,2 km.
Byrjað verður við Ítróttarhøllina í Runavík, og málið er eisini Ítróttarhøllin, har fyrireikararnir bjóða frukt frá Brotinum og vatn frá Føroya Bjór.
Blusur við stuðlum á verða býttar út til allar luttakararnar áðrenn byrjað verður. Stuðlarnir eru Shop Inn, Berglon, Kev, Effo, Føroya Tele og Eysturoyar Teoriskúli.
Johan Danielsen í Lamba bjóðar vælkomin og setur renningina í gongd.










