Kavin, sum nú er lagstur kring landið, er ikki júst besta fortreytin fyri at halda eina rennikapping, og tí hevur Bragdið gjørt av, at kappingin er avlýst.
Tosað hevur verið um at útseta kappingina, men komandi vikuskifti byrjar vetrarkappingin í renning, og tí er trupult at finna pláss í álmanakkanum til at halda nýggja kapping.