Fríggjadagin 21. mai skipa Skála Ítróttafelag og Roysnið fyri rennikapping á Skála. Startur og mál eru við Sparikassan. Kappast verður í ymsum bólkum hjá børnum og vaksnum.
Trý tey fyrstu á mál í øllum bólkum fáa heiðursmerki. Kappast verður í hesum bólkum:
Gentur/Dreingir -7 (f. 1997-)
Gentur/Dreingir -10 (f. 1994-96)
Gentur/Dreingir -13 (f. 1991-93)
Gentur/Dreingir -17 (f. 1987-90)
Kvinnur/Menn (f. 1959-86)
Kvinnur/Menn veteranar (f. -1958)
Startur og mál hjá øllum bólkum er við Sparikassan.
Rutan
Tey vaksnu byrja at renna úteftir við Sparikassan og sneiða beinanvegin niðaneftir. Tá tey hava runnið brekkuna, renna tey inn eftir landsvegnum og sneiða so oman á gamla bygdavegin, og renna út til Sparikassan aftur. Tey vaksnu renna hesa leið tvær ferðir. Tilsamans er teinurin umleið 6,4 kilometrar.
Tey ungu (-13 og -17) renna somu leiðina einaferð. Teinurin hjá teimum er umleið 3,2 kilometrar. Tey byrja saman við teimum vaksnu.
Tveir teir yngstu bólkarnir hjá børnum renna einar 250 metrar inn eftir vegnum við Sparikassan og venda út aftur. Samlaði teinurin hjá teimum er umleið ein hálvan kilometur.
Sagt verður annars frá, at tilmeldingin til kappingina fer fram á heimasíðuni, www.athletics.fo, og at starnumrini skulu avheintast á staðnum kl. 18.15. Sjálv rennikappingin byrjar kl. 18.45.