Fimta árið á rað hevur Mjørkadals Ítróttarfelag gjørt av at skipa fyri rennikapping niðan á Sornfelli. Teinurin, sum rennast skal, er 9,8 kilometrar til longdar, og rennararnir leggja út niðri við Statoilstøðini í Kollfjarðardali, og so verður runnið allan vegin niðan á Sornfelli.
Rennararnir byrja í á leið 70 metra hædd, og tá teir koma á mál, eru teir heilt uppi á knøppum 700 metrum, so hetta er ein rættiliga strævin túrur í harðari mótbrekku.
Renningin er annars býtt upp í fýra bólkar – tveir hjá monnum og tveir hjá kvinnum. Hjá kvinnum er tað soleiðis, at kvinnur yvir 40 ár eru í einum bólki, meðan kvinnur undir 40 ár eru í hinum bólkinum. Og júst tað sama er eisini galdandi hjá monnum. Leggjast kann afturat, at trý tey fremstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, meðan allir luttakararnir fáa diplom.
Sum sagt, so er hetta ein rættiliga strævin teinur, og tann maðurin, sum hevur runnið teinin skjótast, er Sigurd Justinussen, sum kom á mál í tíðini 45 min. 02 sek. í 2005. Bjørk Herup Olsen hevur runnið teinin skjótast av kvinnunum. Hetta var í fjør, tá hon kom á mál við tíðini 54 min. 33 sek. Fyrireikararnir siga annars, at túrurin kann taka úti við hálvanannan tíma.
Tey, sum hava hug at taka lut í kappingini, kunnu melda seg til á www.renn.fo. Tað er tó eisini møguleiki fyri at eftirtilmelda seg undan kappingarbyrjan leygardagin. Henda tilmelding fer fram, har kappingin byrjar millum kl. 13.30 og 14.45. Kappingin byrjar kl. 15.00.
Fyriskipararnir siga eisini, at øll eru vælkomin til kappingina.