Rennibreytin er avgreidd!

Heðin Mortensen
býráðslimur

Havi undir valstríðnum lagt til merkis, at fleiri hava lovað, at nú skal ein rennibreyt koma í høvuðsstað-num, eftir at bíðað hevur verið eftir henni í áravís. Men óneyðugt er at lova tað, tí sum formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar býráð kann eg upp-lýsa, at rennibreytin longu er samtykt og peningur játtaður.
Tilsamans fýra milliónir krónur eru settar á bók, oyramerktar til júst rennibreyt við tilhoyri, og ein skipanarætlan fyri øki til frælsan ítrótt er longu gjørd. Hetta øki skal liggja á Hálsi, og fer tað fyrst og fremst at fevna um eina rennibreyt við átta geirum. Harumframt verður fótbóltsvøllur í miðjuni, og eisini er øki lagt av til parkering og møguliga bygging til virksemi á staðnum.
Kommunan eigur longu øki til hesa lidnu ætlan, og bert skal fáast til vega eitt lítið øki aftrat, so verður farið í gongd við arbeiðið næsta ár. Samráðingar um írestandi økið eru í gongd, og so skjótt sum tær eru avgreiddar, verður spakin settur í!
Hetta fer langt um leingi at geva frælsum ítrótti teir karmar, bíðað hevur verið eftir í so mong ár nú. Tá tað ikki bar til at fáa skapt hesar umstøður kring Tórsvøll, mátti onnur loysn finnast, og tað er nú gjørt.
Tí er ikki neyðugt at lova nakra rennibreyt ella nakað øki til frælsan ítrótt, tí hetta er longu skjalfest og játtað, so arbeiðið verður sett í verk skjótast gjørligt.