Undirritaði las eina grein í Sosialinum 16. september, sum fekk tað til at renna kalt niður eftir rygginum. Har sigur borgmeistarin í Havn: »Rennibreytin verður skjótari veruleiki uttanfyri Tórsvøll!«. Hvussu ber til at tað nú er blivið so átrokandi at gera rennibreytina skjótt? Tað er skundurin, sum hevur givið borgarunum í Tórshavn ein vøll, sum hevur víst seg at verða beinleiðis lívshættilsigur!
Um ein hyggur at tí nýggja fótbóltsvøllinum í Gundadali í dag, so er neyðugt at taka áskoðaraplássini niður aftur og gera tey so sterk, at tey halda, eisini tá tær ringu ódnirnar raka Føroyar. Og tá áskoðaraplássini eru tikin niður, so er lagað manni at spreingja teir fáu metrarnar sum mangla, soleiðis at pláss verður fyri rennibreytini.
Um ein hyggur at, hvussu nógv pláss er bæði míllum vøllin og áskoðaraplássini báðu megin og aftan fyri áskoðaraplássini móti høllini á Nabb, so er ivasamt, um tað er neyðugt at spreingja meir enn einar 2-3 metrar og so einans niðast við. Harvið verður tann størsti parturin av teimum 2,7 milliónunum, sum tað skuldi eitast at kosta at spreingja fyri rennibreytini, spardar. So kundi man bygt áskoðaraplássini á hellina og bygt tak útyvir, soleiðis at áskoðarnir óansæð verðrið sita tryggir og turrir til fótbólts landsdystir
Tað tykist sum um borgarstjórin ikki veit, hvussu nógv arbeiði skal til, áðrenn arbeiðið uppá eina rennibreyt aðrastaðni kann setast í gongd. Fyrst skal eitt hóskandi øki finnast, tá ein hevur funnið eitt møguligt øki, so skal ein kanna, um økið er brúkiligt, og um tað eru aðrir bólkar í samfelagnum, sum eisini hava áhugað í sama øki. Um so er, so kann tað taka ár áðrenn tað er avgjørt, hvør sleppur framat. So skal økið gerast klárt tvs. gravast skal út, møguliga spreingjast og so planerast. Hetta kemur óiva at kosta minst tær 8-10 milliónirnar, sum øll rennibreytin kemur at kosta á Tórsvølli, og enn er rennibreytin ikki gjørd. Men nú er man so komin líka langt, sum man í dag er komin í Gundadali! Man hevur bert spilt nógvan pening hjá borgarnum óneyðuga og brúkt óneyðuga nógva tíð.
Hvussu ber til at meirlutin í Tórsvallargrunninum kann siga seg verða ímóti at gera tað, sum grunnurin er settur til at gera? Um meirlutin er ímóti, so er einasta loysn, at hesir menn taka seg úr grunninum og lata onnur koma til, sum vilja arbeiða fram ímóti tí, sum endamálsorðingin sigur skal gerast.
Eg trúði, at frægasta loysn var, um býráðið hevði tikið um endan og gjørt eitt landsstadion, sum allir borgarar í landinum kunna savnast um, men eftir at hava sæð, hvat í borgarstjórin er citeraður fyri at siga, so veit eg ikki, um hetta er ein gongd leið. Men vónandi er greinin ein misskiljing, tí eg minnist oyggjaleikirnar á Isle of Wight, tá ein ungur politikari, sum sat í mentunarmálanevndini, lovaði undirritaða, at hann altíð vildi arbeiði fyri, at frælsur ítróttur fekk góðar umstøður í høvuðstaðnum so leingi hann hevði nakað at skula havt sagt. Nú er viðkomandi borgarstjori og eg havi ilt við at trúgva, at tað er sami maður, sum nú hevur í hyggju at oyðileggja møguleikarnar hjá tí frælsa ítróttinum at mennast saman við hinum ítróttargreinunum í Gundadali.
Við Frælsari ítróttarkvøðu
Heri Ziska
P.S.: Man nakar seta fyribils veggir upp, leggja tak omanyvir, flyta inn í húsini og síðan biðja ein arkitekt koma við einum uppskoti um, hvussu húsini skulu byggjast? Soleiðis er Tórsvøllur gjørdur!