Fríggjadagin klokkan 18.00 skipar Ítróttafelagið Frælsi fyri árligu renningini á Vestanstevnu, ið verður í Sørvági í ár. Luttøkan hevur verið sera góð seinastu árini, og tað vóna fyriskipararnir, at hon verður aftur hesaferð.
Rutan verður tann sama, sum hon var á Vestanstevnu í Sørvági fyri 3 árum síðan; frá kirkjuni og út til Býggjar. Hetta er ein sera vøkur ruta, sum øll lótu væl at seinast.
Rennikappingin er samstundis sætta av sjey umførum í Grand Prix kappingini fyri vaksin. Bert tey, ið hava luttikið í minst 5 kappingumm, tá Ólavssøkurenningin er av, telja við í samlaðu kappingini. Hetta merkir, at tey, ið hava runnið trý umfør higartil, enn eru við í samlaðu kappingini.
Kappingin er fyri bæði vaksin og børn. Meira kann lesast um bólkar og tilmelding á heimasíðuni athletics.fo










