Um vikuskiftið skipar rennifelagið Bragdið fyri triðja umfari í TF vetrarkappingini, ið hesaferð verður hildin á Argjum.
Rutan er tann sama, sum seinasta ár, soleiðis at byrja verður við Skúlan á Argjahamri, har runnið verður út til grótbrotið á Glyvursnesi at venda, áðrenn leiðin aftur gongur framvið skúlanum, oman eftir Glyvursvegi til rundkoyringina og síðani niðan til AB húsið, niðan móti einari gøtu, sum gongur móti húsunum á Kongavarða, framvið húsunum og yvir aftur til skúlan, har málið er.
Rutan er umleið 8,9 km. Børnini renna frá skúlanum oman eftir Glyvursvegi og niðan til AB húsið og somu rutu yvir aftur til skúlan, sum tey vaksnu. Barnarutan er 3,3 km.
Dagurin er tó ikki bara ætlaður teimum, ið luttaka í sjálvari kapprenningini, tí Bragdið bjóðar øllum áhugaðum, Argja fólkum og øðrum, sum ikki hava hug at kappast, men bara at ganga ella renna ein túr, at luttaka. Byrja verður eisini frá skúlanum og út á Glyvursnes at venda, og aftur til skúlan. Motiónsrutan er 5,6 km.
Tá fólk eru komin á mál ber til at skifta og fara í brúsu í Skúlan á Argjaharmi, har eisini verður skipað fyri einari hugnaløtu aftaná renningina.
Renningin kostar 50 krónur fyri vaksin og fyri børnini og motionistarnar kostar tað 20 kr. Tey, sum ikki eru við í vetrarkappingini, melda til í skúlanum á Argjahamri leygarmorgunin. Tilmeldingin til VK 3 er opin inni á renn.fo inntil fríggjakvøldið 4.desember kl. 22.00. Startnummarið skal heintast leygarmorgunin í skúlanum á Argjahamri, frá kl. 10.00 og øll byrja at renna ella ganga í senn, kl. 11.00.










