Tað er fjarðandi sjógvur á Fuglafirði, og nú verður bíðað eftir sleipibátinum Goliat, sum er á veg. Næraberg er eisini til hjálpar saman við Ziska og Pilot. Hyggið eisini eftir vevkamera úr Fuglafirði her:
VEVKAMERA Í FUGLAFIRÐI<a> Tað hevur enn ikki eydnast at fáa kypriotiska farmaskipið Forline 1, sum stendur á grótkastinum við bátahavnina í Fuglafirði, leyst aftur. Á Havnaskrivstovuni í Fuglafirði fekk Portalurin fyri 5 minuttum síðan at vita, at skipið stendur enn, men at teir nú bíða eftir sleipibátinum Thor Goliat, sum er á veg. - Vit hava ringar stundir. Tað er fjarðandi sjógvur, so nú má berast skjótt at. Ziska og Pilot eru á staðnum, og tá ið Thor Goliat kemur á Fuglafjørð og er til reiðar at seta á kypriotiska farmaskipið, er ætlanin, at Næraberg, sum liggur á Fuglafirði, eisini fer at seta á stívliga hundrað metrar langa skipið, sum endaði uppi í grótkastinum fyrrapartin. - Vit vænta, at skipið fæst leyst aftur, tá ið øll henda orkan verður sett á, verður sagt í stuttari viðmerking á Havnaskrivstovuni í Fuglafirði fyri lítlari løtu síðan. Hol er komið á bulbustevnið, sum skipið í ferðini inneftir Fuglafirði rendi inn í bryggjuna, men annars verður ikki hildið, at skipið sum er hevur fingið nakran serligan skaða. Óhugsandi er ikki, at okkurt er komið upp á skipssíðuna, sum vendir inn ímóti grótkastinum, men higartil hevur eingin olja verið at sæð á sjónum. Hyggið eisini at myndafrásøgnini úr Fuglafirði.