Renna runt Agnið leygardagin

Fyrsta umfarið í vetrarkappingini verður leygardagin

 

Leygardagin verður skjøtul settur á vetrarhálvuna av renniárinum. Hetta verður gjørt við kappingini, Runt Agnið, sum í nógv ár hevur verið fastur táttur hjá føroyskum rennarum. Runnið verður frá Tofta skúla niðan á Agnið. Síðani verður runnið til Runavíkar og aftur út á Toftir.

 

Sjálv vetrarkappingin fevnir annars um átta kappingar. Fyri at úrslitini skulu telja við í samlaðu støðuni, er kravið, at í minsta lagi fimm av hesum kappingum verða fullførdar.