Renna úr norðastu til sunnastu bygd í Eysturoynni

Frá 2. til 16. mai skipar rennifelagið Roysnið fyri sokallaðum etapurenningum. Í gjár var fyrsta av fýra renningum millum bygdir avgreidd.

 

 

Tað er fýra etapir, ella teinar, sum ætlanin er at renna fýra týskvøld í mai mánaða. Túrarnir eru róligir, og eru frá norðastu til sunnastu bygdi í Eysturoynni, greiðir Arnfinn Johannesen, formaður í Roysnið, frá. 

 

 

Annar túrur verður 9. mai, og hann er frá Funningsfirði til Oyndarfjørð. Møguligt verður tá at renna til Elduvíkar, gjøgnum líðina og um skarði til Oyndarfjørð. Tann teinurin er umleið 11 kilometrar. Hættar man sær ikki gjøgnum líðina, so ber til at renna teir 15 kilometrarnar eftir vegnum, greiðir Arnfinn Johannesen frá. 

 

 

Triðji túrur er 16. maj, og er frá Oyndarfirði til Skipaneskrossin, sum er umeleið 17 kilometrar. Fjórði túrurin er 23. mai frá Skipaneskrossinum til Æðuvíkar, og tað er umleið 13 kilometrar. 

 

 

Arnfinn Johannesen sigur, at síðsta týsdag vóru 15 rennarar við róliga túrin. Hetta ikki er ein kapping, og ikki er neyðugt at melda seg til. Eisini lovar hann fínasta renniveður í morgin við fimm metrum um sekundið av vestri.