Renna á og rýma

Løgreglan í Havn fýlist á, at alt ov nógv fólk rýma tá tey hava rent á ein parkeraðan bil. »Tað fer næstan ikki vika, har vit ikki hava eitt ella fleiri slík óhapp«, sigur vakthavandi á støðini í Havn

Hóast løgreglan í Havn hevði ríkiligt at tríva í um vikuskiftið, so var tað kortini smálutir, tað mesta.

Tveir bilførarar vóru tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, og teir koma at frætta nærri frá løgregluni innan stutta tíð.

»Ein teirra varð tikin leygarnáttina og ein sunnunáttina«, sigur vakthavandi á støðini í Havn.


Renna á og rýma

Annars fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at onkrir bilar eru árendir meðan teir hava staðið staðið parkeraðir. Hetta hevur fingið løgregluna í Havn til at heita á tey, sum renna á, um ikki at rýma, tí tað er ólógligt.

»Sum oftast er talan um smá óhapp og smáar snuddir, sum ikki hava nakað stórvegis upp á seg, men tað er til stóra irritatión, fyri tey, sum eiga árendu bilarnar«, sigur vakthavandi í Havn.

Hesi málini eru sera torfør at uppklára, tí tað er meiri enn sjáldan, at nøkur vitni eru til hesi óhappini. Sjálvandi hendir tað seg, at onkur leggur ein lepa undir viskaran, men tað hoyrir avgjørt til undantaki.

Finnur løgreglan fram til onkran, sum eitt nú hevur rent á ein annan bil og ikki hevur boðað frá, so fær viðkomandi eina bót fyri tað.