Renna á Norðoyastevnu

Leygardagin skipar felagið Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 17. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu.

 

Rutan hjá børnum verður runt Lítla Eið, tvs. at runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu.

 

Rutan hjá teimum vaksnu verður tann sama sum seinastu árini. Runnið verður eftir Skúlavegi, Gerðagøtu, Oyravegi, til nýggju Rundkoyringina, Bøgøtu og so Biskupstøðgøtu. Teinurin er óbroyttur tvs. 5 km. Rennast skulu knapt trý umfør av hesi rutu.

 

Hjá øllum børnum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina. Tey vaksnu byrja við trappuna hjá gamla Tekniska Skúla og koma á mál við Telebúðina. Hesaferð verður talan um DAF-góðkenda 5 km rutu.

 

Nú skipar FÍF aftur fyri Grand Prix á stevnum í summar, og hetta verður so fyrsta umfarið.

 

Meira fæst at vita um aldursbólkar og tilmeldingar á heimasíðuni treysti.fo